Endaliga góðkenningin kemur í næstu viku

Endaliga góðkenningin kemur í næstu viku
Nú er líkt til, at ætlanin, at ala rognkelsi í Svínoy, loksins kann byrja
 
17.08.2019 - 17:16

Upprunaliga var ætlanin, at byrja alingina í juli, men enn eru fyrstu rognkelsini ikki komin til smoltstøðina í Svínoy, men tað koma tey skjótt.

Vit bíða í løtuni eftir endaligu góðkenningini, og góðkenningina vænta vit, at fáa í næstu viku, sigur Sjúrður Jacobsen í Svínoy.

Gongur sum ætlað, koma tey fyrstu rognkelsini eisini til smoltstøðina í Svínoy í næstu viku, tá endaliga góðkenningin er komin uppá pláss.

Fleiri forðingar

Tað hevur verið truplari, enn vit mettu, at fáa neyðugu góðkenningina frá myndugleikunum, sigur Sjúrður Jacobsen, ið saman við Bakkafrosti skal ala rognkelsi.

Arbeiðið, at byrja alingina, var meira umfatandi enn mett frá byrjanini, og onkran part av arbeiðinum høvdu tey eisini undirmett, sigur hann.

Hóast smoltstøðin í Svínoy nú er um at vera liðug, er einki, sum forðar fyri, at hon kann útbyggjast, verður tað neyðugt, segði Edvard Jacobsen, rakstrarleiðari, við útvarpið í mai.

Bakkafrost 40 prosent

Smoltið verður keypt frá Fiskaaling. Talan er um samstarv millum Sjúrð Jacobsen í Svínoy og Bakkafrost, sum fer at keypa øll rognkelsini frá alistøðini.

Í fyrstu syftu skulu tvey fólk setast í starv, men seinni er ætlanin, at seks ársverk skulu vera á alistøðini, segði Edvard Jacobsen við útvarpið tá.

Sjúrður Jacobsen eigur 60 prosent av alistøðini og Bakkafrost eigur 40 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366