Nógv sild á Eysturlandinum

Nógv sild á Eysturlandinum
Finnur Fríði er í løtuni á veg á Tvøroyri við 1.600 tonsum av sild, sum teir fingu í tvey samdøgur
Finnur Fríði er eitt av teimum føroysku skipunum, sum hevur roynt eftir sild á Eysturlandinum í Íslandi
 
19.09.2019 - 14:10

Nógv sild hevur seinastu tíðina verið á Eysturlandinum í Íslandi, og har royna fleiri føroysk skip. Sildin er stór, sum skipini fáa.

Føroysku skipini sleppa kortini ikki inn um 50 fjórðingar at royna, men sildin er nú í ferð við at flyta seg eystureftir, og tá fer at liggja betur fyri hjá nótaskipunum.

Sildin hevur verið innarlaga, og íslendsku nótaskipini hava fingið sera nógva sild. Eitt skip av Vápnafjørðinum sigldi stutt úr landi, og fekk 1.300 tons í einum háli, og fór alt fyri eitt inn at landa.

Sildin er stór

Norðborg er eitt av føroysku skipunum, sum roynir eftir sild á Eysturlandinum. Føroysku skipini hava ikki loyvi at royna nærri enn 50 fjórðingar úr landi, og hava tí ikki rættuliga merkt til nógvu sildina.

Jón Rasmussen, skipari á Norðborg, sigur, at hjá teimum gongur fiskiskapurin eftir vild. Sildin verður skorin til flak umborð á Norðborg, og tí fiskar skipið ikki meir enn 350 til 400 tons um samdøgrið, tí tað er nøgdin, sum kann skerast umborð. Tað, sum verður skorið av, verður nýtt til lýsi og mjøl.

Sildin, sum skipini fáa, er stór, um 460 gram. Men sildin, sum íslendsku skipini fáa innari, er heldur minni, um 370 gram. Jón Rasmussen sigur, at skipini hjá felagnum hava fiskað mestsum alla makrelkvotuna, og tí verður roynt eftir sild.

Fingu 1.600 tons í tvey samdøgur

Reiðaríið eigur meir enn 20.000 tons av sild, av teimum eru um 6.000 tons keypt á uppboðssølu. Jón Rasmussen sigur seg vóna, at teir fara at fáa einar 6,50 krónur fyri kilo av sildafløkunum.

Men tað skal nógv til, tí teir rindaðu um 2,40 krónur fyri kilo av sildini, sum er keypt. Sum skilst so gongur sildin nú eystureftir, út á leiðina har føroysku skipini royna.

Finnur Fríði er í løtuni á veg á Tvøroyri við 1.600 tonsum av sild, sum teir fingu í tvey samdøgur. Næraberg og Fagraberg royna eisini eftir sild, og Jupiter er á veg í íslendskan sjógv at royna eftir sild.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Hósdag 10. september
RagnarRokk 10.september 2026
212531
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002