Sæunn í býráðið fyri Helga

Sæunn í býráðið fyri Helga
Sæunn Ó. Hansen fer í býráðíð í Runavík týsdagin 1. oktober
Helgi L. Petersen er fluttur í aðra kommunu og fer tí úr býráðnum í Runavík. Fyri hann kemur Sæunn O. Hansen í býráðið
 
27.09.2019 - 12:22

Hon kemur fyri Helga L. Petersen, sum flytur úr Runavíkar kommunu, og tí sigur sessin í býráðnum frá sær.

Helgi L. Petersen var í Fíggjarnevndini og í Mentanarnevndini í býráðnum í Runavík. 

Sæunn Ó. Hansen hevur verið í býráðnum fyrr. Hon hevur eisini verið varaborgarstjóri í Runavík.

Hon bleiv nummar níggju á lista A á kommunuvalinum í 2016, tá hon fekk 96 atkvøður. Listi A hevur átta av 11 býráðslimum í Runavík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659