Stórur áhugi fyri grundstykkjum

Stórur áhugi fyri grundstykkjum
Eiðis kommuna umhugsar at keypa meira jørð, ið skal brúkast til kommunalar útstykkingar
Eiðis kommuna keypti herfyri lendi, ið skal útstykkjast til kommunal grundstykki
 
12.10.2019 - 17:08

Stórur áhugi tykist vera fyri grundstykkjum á Eiði. Eiðis kommuna keypti herfyri jørð, ið nú skal stykkjast út til fimm kommunal grundstykki.

Kommunan heitti í summar á fólk, sum vóru áhugað í grundstykkjunum, um, at skriva seg upp. Tá freistin var úti týsdagin, høvdu tíggju fólk skrivað seg upp.

Hava fingið staðfest eftirspurningin

– Nú hava vit so fingið staðfest eftirspurningin eftir grundstykkjum í kommununi, sigur Jógvan í Skorini, borgarastjóri á Eiði, við útvarpið.

Stóri áhugin fyri grundstykkjunum ger, at kommunan í næstum væntandi eisini fer at keypa meira jørð, ið skal stykkjast út til grundstykki.

– Undirtøka tykist vera í bygdaráðnum fyri, at keypa meira jørð, so vit kunnu bjóða nøkur grundstykki afturat, sigur Jógvan í Skorini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960