Systkinaavslátturin kostað 28 milliónir

Systkinaavslátturin kostað 28 milliónir
Systkinaavslátturin til ansingarpláss í Tórshavnar kommunu hevur kostað kommununi 28 milliónir krónur seinastu fýra árini.
 
13.10.2019 - 11:09

Í 2016 varð systkinaavslátturin í Tórshavnar Kommunu broyttur soleiðis, at foreldur bara skulu gjalda fyri at fáa yngsta barnið ansað. 

Broytingin hevur kostað  kommununi 28 milliónir krónur hesi gott fýra árini. 

Tað vísir eitt innlit, sum Kringvarpið hevur fingið. 

Frammanundan varð fult gjald goldið fyri bíligasta ansingarplássið, og síðani 75 prosent av restini. 

Sambært trivnaðarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Jóan Petur Hentze, vaksa krøvini til dagstovnaøkið støðugt, og tað leggur trýst á umsitingina.

Økta trýstið á dagstovnaøkið hevur havt við sær, at seinasta árið hava fimm dagstovnaleiðarar í høvuðsstaðnum sagt seg úr starvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329