Nón

Nón 29. januar 2020
29-01-2020
Krimisøgur. Upplestur. Leikrit. Yrkingar. Talukennari.

Tvær krimiskaldsøgur komu út í 2019, onnur eftir Steintór Rasmussen og hin eftir Jógvan Isaksen. Malan Marnersdóttir, bókmentafrøðingur, ummælti báðar í Nón hesaferð.
Sjey hóskvøld á rað í februar og mars verður skýmingarløta á loftinum hjá Katrinum Christiansen, har sjónleikarar fara at lesa framhaldssøguna "Móðir sjeystjørnu" eftir William Heinesen. Vit tosaðu við Gunnvá Zachariassen, sum skipar fyri.
Forlagið Fannir hava givið út leikrit nummar 30. Tað inniheldur sjónleikin "Ein myrking", sum oyndfirðingurin Hans Marius Ejdesgaard skrivaði í 1937. Vit hittu Árna Dahl frá Fannum.
Hvønn yrkadag á miðdegi fara rithøvundar at lesa upp eina yrking í útvarpinum. Vit hittu Páll Danielsen, einum av stigtakarunum.
Og vit frættu eisini tað nýggjasta um talukennaran Ravn, sum Iben Nyholm Debess og Sandru Saxov Lamhauge arbeiða við.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022