Nón

Inn um loyniligu loynihurðina við Jensinu
07-07-2020
Jensina Olsen fyllir 50 ár, og vit práta við Jensinu um at vera skapandi menniskja, um at brenna fyri nógvum og um at brenna út

- Eg havi eisini eina loyniliga loynihurð. Í mínum sendingum gevur loynihurðin dynamikk. Mín egna loynihurð er tann friðurin, sum eg søki.

Soleiðis sigur Jensina Olsen, sum var gestur í Nón.

Hon er kend sum ein sera orkurík og útvend persónsmenska, sum er óvanliga skapandi og litrík. Nú hon fyllir 50, setir hon trý orð á dagin: Fimti, fegin og takksom...

- Eg havi upplivað at mist vinfólk á ungum árum, og hesi menniskjuni, sum fara frá okkum og ikki sleppa at uppliva lívið, eru sterk í huganum hjá mær nú. Tey hava litað mítt lív og givið mínum lívi eitt innihald, sum ikki hevði verið har, um tey ikki høvdu livað. So um eg ikki var takksom, nú eg fylli 50, so var eg reyvforkelað...

Hoyr alla samrøðuna við Jensinu, har vit millum annað tosa um orku, kreativitet, at framleiða til børn, um at brenna fyri onkrum og eisini um at brenna út.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022