- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Nón 10. juni 2021
10-06-2021
G-festivalurin 20 ár. Hvussu verður við hinum festivalunum? Sinnisbati og bíðilistin.
G!-festivalurin fyllir 20 ár. Vit eru í Syðrugøtu, har vit hitta G-stjóran Sigvør Laksá og Kristfríð Tyril, sum hevur verið við frá fyrsta degi, til eitt prát um 20 ár við ógloymandi upplivingum.
Vit spyrja eisini, hvussu gongur við Summarfestivalinum og Voxbotni, tá vit fáa orðið á Erik Biskupstø og Rúna Djurhuus, sum standa á odda fyri teimum tiltøkunum.
Ein orsøk til, at bíðilistin til barna- og ungdómspsykiatriina er tvífaldaður seinasta árið, og bíðitíðin longd, er helst, at børnini verða ov illa loftað longri niðri í skipanini. Tað heldur Sinnisbati. Vit tosa við Súsannu Olsen, forkvinnu.
Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022