- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Seinnapartin mikudagin í hesi vikuni vitjaði Nón í Hoyvíkar kirkju, har Olivier Latry vandi til konsert, og vit fingu eitt prát við hann um lív hansara sum orgulleikara og um støðuna við Notre Dame dómkirkjuni, ið sum kunnugt brendi 15. apríl 2019. Olivier Latry er umframt at vera ein av heimsins bestu orgulleikarum – serliga tá tað snýr seg um at improvisera – ein av trimum høvuðsorganistum í Notre Dame dómkirkjuni í París.
Áðrenn vit fingu orðið á Olivier Latry, hitti vit Gudmund Mortensen, organist í Dómkirkjuni, sum hevur tikið stig til at fáa franska orgulsnillingin til Føroya.
Hoyrið her samrøðuna við Olivier Latry, sum bert steðgaði í Føroyum í tvey samdøgur, tí hann skuldi víðari út í heim fyri at spæla orgul á teimum stóru pallunum.
Mynd: Hoyvíkar kirkja (FB)
GG: Upptøkuna av "Harra Guð, títt dýra navn og æra", sum endar innslagið, hevur Hilmar Jan Hansen gjørt mikukvøldið í Hoyvíkar kirkju. Øll improvisasjónum, sum er 15 minuttur, kann síggjast og hoyrast HER.