Nón

Eivør er altíð á ferð
12-06-2021
Eivør Pálsdóttir er í uppskoti til størstu norðurlendsku tónlistavirðislønina

Líka síðan hon var heilt ung, hevur hon støðugt flutt seg sum listafólk. Tá ið okkurt er liðugt, fer hon beinanvegin víðari. Hon er borin fram av einum skapanarforvitni og framdrátti at skapa.

Eivør Pálsdóttir er tilnevnd til tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins saman við 13 øðrum altjóða stjørnum, sum hava sett Norðurlond á tónleikaliga heimskortið.

Eivør er ovfarin um heiðurin, sum er eitt av mongum hæddarpunktum á hennara virknu virkisleið sum tónleikari í meira enn tvey áratíggju.

Í hesi samrøðuni við Eivør Pálsdóttir tosa vit um tað norðurlendska, um at flyta seg sum listafólk og menniskja, um at skriva sangir, um at gera feilir, um hennara fyrimyndir, um góð ráð og hennara lívsfelaga í lívinum og listini.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022