- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Hvannasunds kommuna hevur seinastu árini hevur lagt stóran dent á trivnaðarátøk.
Nógv hava kanska varnast stóra nýggja spæliplássum, sum kommunan hevur gjørt norðast í Hvannasundi, oman fyri havnaøkið í Sandoyrarbug. Men kommmunan hevur eisini gjørt eitt spælipláss í Norðdepli, tveir fifavallir og er í løtuni í holt við at dagføra spæliplássið í skúlanum.
Harumframt hevur kommunan og ung í arbeiði gjørt fleiri gøtur framvið sjóvarmálan.
"Kommunan hevur valt at gera lutfalsliga stórar íløgur í trivnað seinastu árini. Samanhaldið í bygdini hevur altíð verið gott, men vit arbeiða støðugt við at gera nakað fyri trivnaðin hjá borgarum í øllum aldursbólkum", sigur Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu.
Vit tosa við borgarstjóran um hví kommunan hevur raðfest hetta, og hvat tað gevur kommununi at raðfesta trivnað.
Mynd: Norðlýsið