Nón

Fólkaheilsuráðið hevur gjørt nýggj kostráð
23-06-2021
Mælt verður millum annað til at eta nógv meira av fiski og minni av kjøti

Nýggju kostráðini hjá Fólkaheilsuránum taka millum annað støði í greiningum av kostvanum hjá føroyingum í stóru fólkaheilsukanningini "Hvussu hevur tú tað?".

Hendan kanningin vísti millum annað, at føroyingar eta nógv minni av fiski enn vit vanliga hava hildið, meðan vit eta nógv meira kjøt enn ráðiligt er. Eisini vísir kanningin, at vit føroyingar eta alt ov lítið av grønmeti.

Tí eru høvuðsboðskapirnir í nýggju kostráðunum millum annað, at vit skulu:
- eta nógv meira grønmeti og frukt
- eta minni kjøt og meira fisk og bjølgfruktir
- og eta fullkornsríkan mat

Lurtið eftir á Snorri Paturson kostfrøðingur, og verkætlanarstarvsfólk í Fólkaheilsuráðnum greiðir frá nýggju kostráðunum.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
20-05-2022
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Góður gamal kristindómur. Læknastríðið sum ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Gransking og vinna
16-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Býarskipan og bústaðarbygging. Musikkstevna á Eiði.
09-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022
Lykkenborg sum leikur. Heimskendi urguleikarin Olivier Latry
06-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
06-05-2022