Nón

Nú dryppar í bryggjarínum í Kvívík (Vestmanna)
01-09-2021
Gongst sum ætlað, verða fyrstu droparnir frá Faer Isles Distillery til sølu í Rúsuni í oktober.

Faer Isles Distillery neyvstillar uppskriftirnar til akvavit, ginn og whiskey í fyribils hølunum inni á Fjørð í Vestmanna.
Høvuðsmenninir eru Bogi Karbech Mouritsen, Dánial Hoydal og Bjarni Lamhauge.
Tað størra whiskey-apparatið er ikki komið til landið enn.
Tó eru fyrstu akvavit- og ginn-droparnir eru longu komnir úr tí minna destillatiónsapparatinum.
Og gongst sum ætlað, so er klárt í næsta mánað at tappa í fløskur at selja.
Bryggjaríið skal hava høvuðssæti í Kvívík; men tað er ikki bygt enn.
Tí hava teir flutt framleiðsluna fyribils inn í ein av stóru goymslubygningunum, sum liggja við bryggjuna inni á Fjørð í Vestmanna. Teir vísa ikki aftur, at bryggjaríið fer at halda til bæði í Kvívík og í Vestmanna.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022