Nón

Nón 13. september 2021
13-09-2021
Stórtingsval í Noregi er í dag

Stórtingsval er í grannatjóð okkara Noregi í dag, og tað varpa vit ljós á í Nón.

Ein borgarlig samgonga, við Ernu Solberg frá konservata flokkinum Højre á odda, hevur sitið við valdið seinastu 8 árini. Men líkt er til at Norra nú fer at fáa eina vinstravenda samgongu við Jonas Gahr Støre frá Sosialdemokratiska Arbeiðaraflokkinum sum forsætisráðharra.

Vit tosa við Jógvan Hugo Gardar, journalist, sum býr og starvast í Norra.
Vit fáa eisini orðið á tveir navnframar norðmenn í Føroyum, Gunn Hernes og Edvard Heen, og eisini tosa vit við Magna Ólavson Danielsen, føroying, ið hevur búð í Norra í nógv ár.

At enda spyrja vit norskan granskara um, hvønn týdning bumbuálopið á stjórnarbygningarnar í Oslo og hópdrápini á Utøya, hava havt á norskan politikk og politiska orðaskiftið í Noregi.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022