Nón

Nón 25. oktober 2021
25-10-2021
Nýggja bókin "Føroyska rossið" og sjónleikurin "Maður við ómakaðum hosum"

Føroyska rossið er eitt serstakt rossaslag, sum bert livir í Føroyum, og tað er eisini eitt av fáu upprunarossasløgunum í heiminum. Men tað eru undir 100 ross eftir, og tí er føroyska rossið eisini sera hótt.
Nú er bók skrivað um søguna hjá føroyska rossinum, og rithøvundurin vónar, at bókin fer birta áhuga fyri føroyska rossinum.

Vit tosa við Beintu Johannesen, sum hevur srkviað bókina, Jónu Ólavsdóttir úr Felagnum Føroysk Ross, Maria Kjetså frá NordGen og Jens Ivan í Gerðinum frá Búnaðarstovuni um føroyska rossið, og hví tað er týdningarmikið at varðveita tað.

"Maður við ómakaðum hosum" er heiti á leiki, sum er farin at ganga í Sjónleikarhúsinum. Vit hitta ein av leikarunum, Oddvu Nattestad, í sendingini.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
20-05-2022
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Góður gamal kristindómur. Læknastríðið sum ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Gransking og vinna
16-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Býarskipan og bústaðarbygging. Musikkstevna á Eiði.
09-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022
Lykkenborg sum leikur. Heimskendi urguleikarin Olivier Latry
06-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
06-05-2022