Nón

Nón 8. november 2021
08-11-2021
Elin Michelsen við nýggjari fantasybók. Edvard Fuglø og pallmyndin til Portrettið

Føroyar eru upplagdar sum pallmynd og íblástur til fantasybøkur. Tað heldur Elin Michelsen, sum júst hevur latið sína fyrstu skaldsøgu úr hondum. Ungdómsfantasybókina Rimarúmið. Vit tosa við hana um bókina og um millum annað um, hvussu til ber at gera gamlar søgur um huldur, viðkomandi fyri ung í dag.

Nýskrivaði føroyski leikurin Portrettið verður frumsýndur leygardagin. Jóanes Nielsen hevur skrivað leikin, sum tekur útgangsstøði í Klaksvíksstríðnum, men letur persónar hittast, sum ongantíð hittust - Mikines, Kjølbro og Victor Danielsen. Alt verður vent á høvdið og fysiskar lógir upphevaðar - eisini í pallmyndini hjá Edward Fuglø, sum vit hitta seinni í sendingini.

Vit hoyra eisini Jóanes Nielsen greiða frá leikritinum til fjórða leik hansara Portrettið.

Hoyr alla sendingina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Og list má eisini gjarna vera kritisk, sigur Poul Guttesen, nýggjur formaður í Mentanargrunninum.
15-03-2021
Hagagøtur. Tekstil list. Vetrarjazzur.
15-03-2021
Ber til at skemta við øllum? Starvslønir, listalønir og list sum heild. 2. Høgnatáttur
12-03-2021
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
12-03-2021
Fyribilsni er heiti á nýggjum yrkingasavni hjá Tóroddi Poulsen, sum hevur hug at útskriva eina kapping um heitið Fyribilsni
11-03-2021
Tjóðleikhús Føroya og staðsetingin. Tóroddur Poulsen og nýtt yrkingasavn.
10-03-2021
Altjóða kvinnudagur í Fuglafirði. Staðseting av Tjóðleikhúsi Føroya.
08-03-2021
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer.
05-03-2021
Nýskapan í ferðavinnuni í Nólsoy
05-03-2021
FMA: Vit spyrja, hvussu føroyskur tónleikur hevur tað beint nú
04-03-2021
Hvussu hevur føroyskur tónleikur tað? Vil minka um matspillu.
03-03-2021
Hermann Eliassen, miðlafrøðingur, ummælir filmarnar, sum vórðu sýndir á Geytatiltakinum
02-03-2021