Nón

Sune hevur sett sluppunum ein virðiligan varða
17-11-2021
Sluppin er heitið á bók, har Sune Joensen hevur skrásett og teknað hvønn smálut á søguligu førunum

- Eg havi frá tí eg minnist, altíð havt ein serligan áhuga fyri skipum í síni heild. Tað hevur vundið upp á seg, soleiðis at eg eri farin at festa tað á blað, so tað er tøkt til eftirtíðina.

90 ára gamli Sune Joensen hevur givið út stórverk um føroysku sluppina.

Sune Joensen setir við hesum verki ein sjaldsaman varða yvir seglskipini, ið løgdu lunnar undir føroyskan fiskiskap á fjarleiðum. Tann fyrsta sluppin varð keypt í 1872, og sostatt eru 150 ár liðin, siðan sjøtul varð settur á tað virksemið, sum seinni kollvelti bóndasamfelagið.

Sune Joensen viðger í bókini, hvussu riggað var til, hvussu siglt var tvørtur um høv við sluppunum, og hvussu arbeitt varð umborð. Hann hevur skrásett og teknað hvønn smálut og hvønn togenda, og hann greiðir frá, hvussu hvørt sprek í farinum varð nevnt og brúkt.

Hoyr samrøðuna við Suna Joensen.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Gamla HB-húsið við Niðaravøll í Gundadali verður tikið niður. Vit hitta tveir erka HB-arar, sum hugleiða um húsið, ið var karmur um eina mentanarsøgu í Havn
16-06-2022
HB húsið, listarlig góðska og armslongdarregglan
15-06-2022
Símun Jóanesarson Hansen fekk Herðaklappið. Nýggj stór fuglabók á veg.
13-06-2022
Katrin Ottarsdóttir og listalønin. Elin Brimheim Heinesen og Jens Pauli Heinesen. Høgnatáttur.
10-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
10-06-2022
Katrin Ottarsdóttir hevur aftur fingið listafólkaløn í trý ár.
10-06-2022
Uni Arge hevur skrivað bók um pedagogar í Føroyum
09-06-2022
Gunn Hernes er sett sum stjóri í Norðurlandahúsinum í fýra ár afturat.
09-06-2022
Sublimur, var eitt av lýsingarorðunum um Lykkenborg, tá Súsanna Tórgarð og Katrin Joensen Næs ummæltu leikin í Nón.
08-06-2022
Ummæli av Lykkenborg. Einar Már Guðmundsson vitjar.
08-06-2022
Nýggj bók um pedagogar í Føroyum. Stjórin í Norðurlandahúsinum heldur fram. Høgnatáttur.
03-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
03-06-2022