Nón

Danial bjargar nøvnum og søgum á Viðareiði
09-12-2021
"Viðareiði - slóðirnar og minnið" kallast stórsligið verk, sum Danial Lydersen hevur gjørt um staðarnøvn á Viðareiði

- Tað lítla sum eg veit, skal ikki fara við mær í grøvina. Hetta er gjørt fyri at bjarga søgunum og nøvnunum.

Danial Lydersen av Viðareiði hevur gjørt verk í fýra bindum við tilsamans 1300 síðum um heimbygd sína.

Hann hevur nærlagdur og við kærleika til sítt upphav skrivað eina nágreiniliga søgu um Viðareiði, har hann sjálvur er vaksin upp. Beinagrindin í bókini er ein skipað gjøgnumgongd av staðarnøvnum í bygdini og tí partinum av Viðoynni, sum hoyrir til Viðareiðis bygd. Myndaparturin er stórfingin og rúgvsumikil.

Har, sum høvundurin hevur nakað at leggja aftrat, sigur hann frá søgum og tilburðum, sum knýta seg at hesum staði.

Hoyr samrøðuna við Danial Lydersen.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
20-05-2022
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Góður gamal kristindómur. Læknastríðið sum ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Gransking og vinna
16-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Býarskipan og bústaðarbygging. Musikkstevna á Eiði.
09-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022
Lykkenborg sum leikur. Heimskendi urguleikarin Olivier Latry
06-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
06-05-2022