- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Tematýsdagur um málmenning hjá børnum
21-02-2018
Hvussu mennast børn málsliga, hvussu væl duga tey føroyskt, og hvat kunnu vit gera við tær avbjóðingar, sum eru.
2018 er lýst at vera ÁRIÐ FYRI MÁLMENNING HJÁ BØRNUM, og tí viðger Tematýsdagurin í Nón hetta evnið frá ymsum vinklum.
Vit byrja við at lýsa málmenning sum hugtak saman við Sissal Mariu Rasmussen, ið hevur granskað, hvussu føroysk børn málmennast.
Duga børnini í fólkaskúlanum nóg væl at orða seg á móðurmálinum. Tað viðgera Elin Henriksen, Oddfríður Marni Rasmussen og Rúni Bjarkhamar, sum eru lærarar.
Hvussu stimbra vit best málsliga førleikan hjá børnum. Í seinna tímanum leggja vit fyri við at tosa við Gitte Klein, sum er útbúgvin lærari og master í positivari sálarfrøði.
Og vit enda hjá landsstýriskvinnuni, sum hevur sett málmenning hjá børnum á dagsskránna.
Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022