- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Altjóða arbeiðaradagur
01-05-2018
Altjóða arbeiðaradagur er í dag. Nón tekur táttin upp og varpar ljós á altjóða arbeiðaradagin
Hvør er altjóða arbeiðaradagurin, nær og hvar kom hann, hvussu verður hann hildin - og er framvegis tørvur á einum altjóða arbeiðaradegi. Tað viðgera vit saman við Helga Eidesgaard, søgufrøðingi, sum hevur viðgjørt arbeiðarasøguna.
Vit hava eisini ringt til Ingeborg Vinther, sum stjórnaði Føroya Arbeiðarafelag í samfull 31 ár. Hon heldur 1. maidagsrøðuna á Tvøroyri í dag, og vit spyrja hana millum annað, hvat arbeiðararørslan hevur at stríðast fyri í dag.
Nógvar føroyingar fylkjast til arbeiðaradag í "Fælledparken" í dag, har 1. mai er ein sannur veitsludagur við reyðum fløggum, røðum - og øli. Vit hitta føroyingar á ferð.
Og so spæla vit onkrar arbeiðarasangir fyri at koma í rætta hýrin...
Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022