Nón

Eitur nakað land fótbóltur
03-05-2018
Leiklist, filmur, yrkingar og fótbóltur settu dám á mentanarmikudagin í Nón

Í dag fáa vit eitt sindur størri innlit í leikstjóran og nú høvundan, Eyðun Johannesen, ið rundaði tey áttati leygardagin 28. apríl.
Jógvan Isaksen ummælir bók Eyðunar, Míni Leikapetti, sum Sprotin gevur út.
Rithøvundurin Jóanes Nielsen sigur frá sínum samstarvi við Eyðun Johannesen, tá teir gjørdu tríggjar pallsetingar í felag.
Durita Sumberg Poulsen, dramatikari, kemur í útvarpsstovuna at ummæla filmin eftir Teit Árnason Dahl, Zakaris.
Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, viðger nýggja yrkingasavnið eftir Onnu Maluna Jógvansdóttir
Og so fara vita eisini at tosa eitt sindur fótbólt og samleika, nú B36'arin Jákup Mørk hevur givið bók út um sítt barndómsfelag.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
20-05-2022
Góður gamal kristindómur er felagsheiti fyri gransking, sum Jákup Reinert Hansen leggur fram í nýggjari bók
19-05-2022
Hoyr samrøðu við Unn Paturson, ið er tilnevnd tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
19-05-2022
Góður gamal kristindómur. Læknastríðið sum ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.
18-05-2022
Gransking og vinna
16-05-2022
Tørvur er støðugt á nýggjari vitan um, hvussu laksalúsin kann basast, siga serfrøðingar og umboð fyri alivinnuna, sum luttaka á altjóða ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í løtuni
11-05-2022
Altjóða ráðstevna um laksalús í Føroyum og Unn Paturson tilnevnd Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins
11-05-2022
Býarskipan og bústaðarbygging. Musikkstevna á Eiði.
09-05-2022
Mikukvøldið var orgulkonsert í Hoyvíkar kirkju við heimskenda orgulleikaranum Olivier Latry, sum spælir stórar konsertir kring allan heimin
07-05-2022
Lykkenborg sum leikur. Heimskendi urguleikarin Olivier Latry
06-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
06-05-2022