Nón

- Útvarpið yvirlivir allar miðlar
19-10-2018
Hoyr vertin í Plátubarrini tosa um at gera útvarp, um alkoholismu, kærleika og lívið, sum tað er.

- Útvarpið er tann størsti miðilin í heiminum. Tað er lætt at handfara, og tú kanst brúka tað allastaðni. Útvarpið fer at yvirliva allar miðlar.
Soleiðis sigur Jákup Magnussen, kendi útvarpsverturin, sum nú fer undir enn ein vetur við Plátubarrini. Hann hevur ein heilt serligan tokka til útvarpið sum miðil - ein tokka hann fekk sum lítil smádrongur í Trongisvági, og sum hevur fylt hann alt lívið.
Jákup Magnussen var gestur í Nón, har hann tosaði um tónleik og setti orð á tað kenslurúmið, sum tónleikur hevur fylt í hansara í lívi. Hann tosar eisini um tað at vaksa upp á Tvøroyi, um góðan og minni góðan kærleika, og um at tað góða lívið byrjaði í 2001, tá ið hann gavst at drekka.
Hoyr sendingina her.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022