Nón

Nón - MentanarMikudagur 27.02.19
27-02-2019
Orðaskifti um Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins, sjónleikir, bókaummæli og Legends í Spaniastovu

Ongin føroysk bók er tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár. Vit fáa beinleiðis orðaskifti millum Berg Djurhuus Hansen, Kinnu Poulsen, Urd Johannesen og Carl Jóhan Jensen.
Á Bókadøgunum fyri jól varð avdúkað hvør gjørdist vinnari av skaldsøgukappingini hjá føroysku bókasølubúðunum.
Og vinnara skaldsøgan gjørdist Ikki fyrrenn tá eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Jógvan Isaksen ummælir nýggju skaldsøguna, sum Sprotin gav út herfyri.
Omanfyri 100 ára gamli Strindberg klassikarin Deyðadansur verður nú borðreiddur sum matsjónleikur. Vit fregnast hjá Gunvá Zachariassen um leikin, sum verður spældur um landið, og á fyrsta sinni í Vestmanna í kvøld.
Í hesum døgum venur Klaksvíkar Sjónleikafelag ein barnaleik, sum verður pallsettur á Spinnarínum í Klaksvík. Vit tosa við Duridu Samuelsen um henda leikin.
Í kvøld verður aftur legendukvøld í Spaniastovu í Klaksvík. Og gesturin hesuferð er Fríðbjørg Jensen. Vit fáa orðið á vertin Rudolf Joensen.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022