- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón
Gloymdur: Á markinum millum fiktión og veruleika
18-09-2019
Solby Christiansdóttir hevur skrivað skaldsøgu, sum byggir á vanlukkuligt mistak í heilsuverkinum
– Tað harðasta í allari tilgongdini til hesa bókini var at lesa sjúkrajournalina.
Solby Christiansdóttir hevur skrivað nýggju skaldsøguna "Gloymdur", sum kemur út í hesi vikuni.
Grundarsteinurin í bókini eru faktuellu upplýsingarnar í sjúkrajournalini hjá pápa hennara, sum doyði av einum mistaki í føroyska sjúkrahúsverkinum í 2006. Men talan er um eina skaldsøgu, har hendingar og persónar eru íspunnin, leggur Solby Christiansdóttir dent á.
Hoyr samrøðuna við Solby Christiansdóttir her.
Nón
Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022.
Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022