Nón

Hósdagsgesturin: Mercedis skal stýra javnstøðuni
19-09-2019
Hon er einsamøll kvinna í landsstýrinum, og hevur altíð verið í minniluta millum menn. Nú skal hon umsita javnstøðu millum kynini

Eg havi altíð verið kvinna í eini mannfólkaverð. Eg havi upp á mín máta roynt at slóðað fyri javnstøðu, men eg fari ikki at gera serligar lógir fyri at kvinnur skulu sleppa framat. Eg eri av tí áskoðan, at man skal eggja kvinnum at royna seg.

Nakað soleiðis sigur Elsebeth Mercedis Gunnleyðsdóttir, sum nú er nýggj landsstýriskvinna í almannamálum, har hon millum annað skal umsita javnstøðumál.

Hoyr prátið við Elsebeth, har vit tosa um hennara navn, hennara bakgrund, uppvøkstur og virði sum menniskja og politikari.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Framsýning við Gudrun Hasle og Savnandi Savndsdagur
01-06-2022
Gudrun Hasle er listakvinna og orðblind, og nýtir orðblindi í listini. Hon heldur, at vit kunnu missa áhugaverdar røddir, um orðblind ikki tora at úttala seg.
01-06-2022
1. oktober verður Marita S. Dalsgaard fyrisitingarstjóri á Sydhavn Teater í Danmark.
31-05-2022
Tað er framvegis tørvur á at varpa ljós á sálarsjúkuøkið í Føroyum, sigur Grækaris Djurhuus Magnussen, sum júst hevur latið úr hondum bókina "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár"
31-05-2022
Bókin "Sálareyga - Sinnisbati 40 ár" og Marita S. Dalsgaard nýggjur fyrisitingarleiðari í Sydhavn Teater.
30-05-2022
Ria Tórgarð er ein teirra, sum hevur fingið listafólkaløn í trý ár, og ætlanirnar eru nógvar.
30-05-2022
Ria Tórgarð og listafólkalønin. KOKS og Føroyasmakkur
27-05-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
27-05-2022
Tarira 20 ár. Samkirkjudagar í Vágum.
25-05-2022
Nýggi leikurin "Løsrivelsen" kannar, hvørjar støður og kenslur standast tann dagin, tá Grønland og Føroyar loysa frá Danmark.
25-05-2022
Sjónleikur um loysing. Nýtt listarit - Túsundritið - kemur út.
23-05-2022
Tatoverað list. Musikkskúlafestivalur. Høgnatáttur.
20-05-2022