|
- kava - føroysk barnasending frá 2019
Ljóðfílurin og Jensina eru flutt í fagra Pappdalin. Har vaksa tyggigummiblómur, tyggitummitrøð og litfagrar blómur. Jensina ger myndir til ein sang, stavar, tey fara gjøgnum Loyniligu Loynihurðina, og so er tað skapandi verkstaðurin. Pipp Papp Hey! er ein sending fyri børn frá 0-109 ár.
Pipp Papp Hey! 6
Kava
Hagin er fullur av grasi, fuglum og gróti, men hvussu sær havbotnurin út? Jensina syngur um havsins botn, og nú er spennandi at vita, hvar tey enda. Vónandi fær Jensina ikki vatn í gummistivlarnar.
Lagt til rættis: Jensina Olsen.
|