|
- týskt/bretskt søguligt drama frá 2016, óhósk.f.børn
Berlin, 1940. Tá ið Otto og Anna Quangel (Brendan Gleeson og Emma Thompson), úr týska arbeiðaraklassanum, fáa bræv um, at sonur teirra hevur fingið ein heiðurligan deyða í stríðnum fyri fosturlandið, fer lív teirra í sor. Nú er ovboðið, hetta er dropin, ið fær bikarið at flóta yvir. Tey fara stillisliga til verka at stríðast móti nasismuni. Otto skrivar kort, har hann ákærir nasismuna og Hitler. Kortini seta tey í loynd ymsastaðni á almennum støðum. Løgreglan kemur upp í leikin, og Escherich (Daniel Brühl) politikommiserur fær boð frá Prall (Mikael Persbrandt) SS heryvirmanni, um at finna tey seku alt fyri eitt!
Filmurin byggir á veruliga hending.
Leikarar: Anna Quangel: Emma Thompson, SS Officer. Prall: Mikael Persbrandt og Escherich: Daniel Brühl.
Umfram tey leika: Otto Quangel: Brendan Gleeson. Hans Quangel: Louis Hofmann. Claire Gehrich: Katharina Schüttler. Dietrich Necker: Jacob Matschenz.
Leikrit: Achim von Borries, Vincent Perez og Bettine von Borries eftir skaldsøgu hjá Hans Fallada.
Leikstjórn: Vincent Perez.
Upprunaheiti: Alone in Berlin
Framl.ár: 2016
Óhóskandi fyri børn.
|