|
|
- ein barnasendirøð um stóru spurningarnar
Nýggja sendirøðin "Seks spurningar um at vera menniskja" byggir á hugskot hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø. Teir hava framleitt sendirøðina í samstarvi við KVF. "Seks spurningar um at vera menniskja" er ein 100% føroyskt framleidd barnasendirøð í seks pørtum.
Sendirøðin snýr seg um teir báðar serskøltarnar Dánjal Kagadingding og Búa Sibbidibbidimdim. Teir búgva í húsunum hjá Tebryggjaranum (Mariann Hansen). Dánjal Kagadingding og Búi Sibbidibbidim hava, hvør sær, sítt at dragast við. Dánjal Sibbidibbidim er óvanliga vandaligur og verður ofta raktur av tvingsilshugsanum. Búi Sibbidibbidim er harafturímóti óvanliga óvandaligur og hevur trupult við at skipa seg. Aftrat hesum eru teir samdroymarar. Hetta merkir, at um náttina møtast teir í dreymum. Og úr hesum samdreymum spyrjast stórir spurningar, so sum: Hvør eri eg? Ber til at liva í alla tíð? Ber tað til at fanga ljósið? Hesir stóru spurningar ørkymla Dánjal og Búa, og royna teir, alt teir kunnu, at svara teimum. Hetta elvir tó ofta bara til enn meira ørkymlan. Men í húsunum hjá Tebryggjaranum fáa teir ta hjálp, teimum tørvar. Tebryggjarin bryggjar teimum eitt serligt tebland (Spælibryggj), sum hjálpir teimum at síggja trupuleikarnar í einum øðrum, meira spælandi, ljósi.
Seks spurningar um at vera menniskja er ein sendirøð um vinalag, um at hjálpa hvørjum øðrum tá á stendur, og um máttin í spæli. Og so er tað ein sendirøð við nógvum góðum temunnum.
Búi Dam hevur skrivað handrit og leikstjórnað og Dánjal á Neystabø hevur skrivað tónleikin og hjálparleikstjórnað.
|