|
- am. spenningsf. frá 2012, óhósk.fyri børn
Wall Street-forrætningsmaðurin, Robert Miller (Richard Gere), sær út sum ein, sum hevur viðgongd bæði í arbeiðs- og privatlívi, men í veruleikanum er tað bert sýni, tí hann er ein svikari, sum er villur eftir at selja einum stórum banka sínar forrætningar, áðrenn hann verður avdúkaður. Tað sær út at fara og eydnast, men júst sum sølan sær út at laga seg, hendir nakað óvæntað, sum ger trýstið á Miller ovurstórt!Leikarar: Robert Miller: Richard Gere, Ellen Miller: Susan Sarandon og Michael Bryer: Tim Roth.
Brooke Miller: Brit Marling. Julie Cote: Laetitia Casta. Jimmy Grant: Nate Parker. Syd Felder: Stuart Margolin. Gavin Briar: Chris Eigeman.
Handrit og leikstj.: Nicholas Jarecki.
Uppr. heiti: Arbitrage
Framl.ár: 2012
|