|
|
- føroysk ungdómsheimildarrøð, frá hóskv.
"Sært tú meg?? er nýggja ungdómsheimildarrøðin hjá Kringvarpi Føroya. Í eini roynd at seta orð á kenslurnar, seta vit fýra fremmand ung saman. Í royndini eru fýra stólar. Ein er reyður, og tað er har frásøgufólkið ella tann, ið sigur sínar hugsanir, situr. Spyrjararnir sita í hinum trimum stólunum. Í fyrst parti hitta vit tey fýra Jónhard, Karstin, Marin & Sólvør. Kunnu tey leggja meiningarnar hjá øðrum á hillina og tosa beint frá hjartanum?
Lagt til rættis hava: Anna Joensen-Næs & Maria Winther Olsen.
|