|
|
- svensk barnarøð við føroyskari talu
Heimahoyring á Kattholti.
Emil fer í skúla, og tað gongur bara væl. Men ein dagin gjørdi hann nakað, sum eingin í Lønnibergi hevði gjørt fyrr. Hann mussaði lærarinnuna, og tá tey spurdu hann, hví hann hevði gjørt tað, segði hann altíð: Eg gjørdi tað av góðsku míni.
Fyrr í tíðini var tað so, at øll skuldu duga bíbliusøgu og katekismus væl. Tí skuldi prestur av og á fáa skil á, hvat tey dugdu og vistu. Lina elskaði heimayvirhoyring, men ikki visti hon altíð so væl at svara, tá prestur spurdi.
|