|
- himinin brosar, føroysk røð
Fyrst í fimtiárunum fer Heinesen-handilin í Vágsbotni av knóranum. William má nú bjarga sær sum frægast. Myndlistin var honum nú hent, tí væl lá fyri at selja málningar og pastellmyndir. Men bøkur hansara verða nú lisnar í so nógvum londum, at hann kann liva av inntøkunum, ið hann hevur sum rithøvundur. Hann fer at skriva stuttsøgur, og tær verða ikki minni fagnaðar enn skaldsøgurnar. William er eftir fáum árum vorðin víðagitin rithøvundur, og í ummælum verður hann róstur til skýggja og mettur saman við fremstu rithøvundar úti í heimi. William eftirlíkar at skriva leikrit til film, sum danski leikstjórin, Erik Balling, fer undir, men tann royndin eydnast minni væl. Samstundis hevur hann í gerð stóra skaldsøgu, "Det gode håb", sum hann í 1965 verður heiðraður fyri við bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins. Hann verður limur av Danska Akademinum, og varpar skærar og kátar litir á fundirnar hjá hesari háttvirdu samkomu. Tveir av guddómligu máttunum, ið hann sum ungur og glataður spælimaður váttaði sín alsk til - Bacchus og Eros - eru honum framvegis livandi og lívsjáttandi máttir. Gratiurnar - musurnar - trøllagenturnar - hava øll árini veitt honum listarligan íblástur. Og nú hann er farin um tey sjeyti, stígur hin veruliga Afrodite undan kavi.
Lagt til rættis: Suni Merkistein.
|