|
|
- am. spenningsf. frá 2010, óhósk.f.børn
Leigudrápsmaðurin Jack (George Clooney) slappar av við unnustuni Ingrid (Irina Björklund) í Svøríki, tá ein jagstrari fær Jack at gerast frá sær sjálvum. Eftir at hava skotið jagstraran, stúrir Jack fyri, at onkur er í ferð við at avdúka sanna samleika hansara - og ein long, einslig flýggjan til Italia byrjar. Her, í Abruzzo, verður Jack biðin at konstruera eitt serligt deyðiligt vápn - og Jack svør, at tað skal verða síðsta uppgávan, sum hevur við morð at gera. Men ber tað yvirhøvur til at venda aftur til eitt vanligt lív - og er Jack vorðin ov paranoidur til at lata upp fyri kærleikanum?
Upprunah.: The American
Við eru Jack/Edward: George Clooney, Clara: Violante Placido og Mathilde: Thekla Reuten. Pavel: Johan Leysen. Father Benedetto: Paolo Bonacelli. Ingrid: Irina Björklund. Fabio: Filippo Timi. Handrit: Rowan Joffe eftir skalds. hjá Martin Booth. Leikstj.: Anton Corbijn.
Framl. ár: 2010
Aldursmark: 15
|