|
- donsk teknirøð við føroyskari talu
Ein nýggj leið.
Eitt heilt fólk er knýtt at lagnuni hjá einum drongi. Í eini ótrúligari forsøguligari verð eru doodjiar á ferð til eitt ókent stað. Við teimum er Enyo, ein 12 ára gamal drongur, sum droymir um at gerast góður veiðumaður. Men lagnan hevur aðrar ætlanir við Enyo: Hann skal vera shamanur og finna vegin til Tann gloymda dalin og bjarga doodjiarum. Í fyrsta parti síggja vit: Fortíðin fær Enyo aftur. Enyo er ein 12 ára gamal foreldraleysur agluludrongur, sum doodjiar funnu og tóku til sín sum sín egna. Verloggurin, sum bjargaði honum, tá hann var pinkalítil, kemur aftur, og Shamani sær, at amulettin, sum Enyo hevur havt alla tíðina, er lykilin til tann undurfagra gloymda dalin. Verloggurin hjálpir Enyo at bjarga nýggja fólki sínum undan Quag Naga og gevur Enyo eina gávu, sum vekir viðføddu gávur hansara at síggja og tosa við andarnar. Shamani er sannførdur um, at lagnan fer at leiða doodjiar til Tann gloymda dalin.
|