Sakin er aftur á skrá við nýggjum verti. Ravnhild Fríða Jespersen Holm av Tvøroyri er vertur. VIT taka sakina í egnar hendur og vísa á og tosa við áhugaverd og skilagóð børn um áhugaverd og viðkomandi evni.
18:25
Lotta í Brakarastræti 1:7
- svensk barnarøð við føroyskari talu
Lotta í Brakarastræti
Lotta sleppur ikki við, tá Mia og Jónas fara at keypa bomm. ?Hon er ov lítil?, siga tey. Og so hevur hon eisini krím. Men Lotta vil við, so nú er hon í øðini.
Eftir bók hjá Astrid Lindgren.
18:45
Hvør veit?
- føroysk spurnarkapping um Føroyar
Spurnarkapping í sjónvarpinum har tvey lið kappast um Hvør veit best. Liðini eru mannað við skiftandi fólki, sum svara spurningum um land okkara.
Lagt til rættis og dómari: Kári Sólstein.
Vertur: Tróndur Vatnhamar.
Hesaferð kappast:
Trina Eysturoy og Eiler Fagraklett ímóti
Gunnvá Zachariassen og Riu Tórgarð.
19:30
Fólkatingsval 2022
- í Føroyum
Valkvøldið fylgja vit við í sjónvarpsstovuni, har vit hava tveir vertir og viðmerkjara. Vit fara eisini at gera innsløg kring landið. Vit halda á, til valúrslitið fyriliggur.