|
|
- heimildarfilmur frá Biit um noise-tónleik, frá hóskv.
Eitt myrkt kvøld mitt í mars høvdu fýra tónleikarar sett sær fyri at órógva okkara fatan av tónleiki og óljóði
Onkur teirra var tónleikalærari, onkur annar kokkur. Summir áskoðarir komu inn í Perluna hetta kvøldið av berum forvitni, meðan onnur komu fyri at dyrka órógvið, ið verður lýst sum bæði óhugnaligt men eisini reinsandi.
Í heimildarfilminum ?Hatta niðurlagið kemur ikki? fylgja vit hesum tónleikarunum á sjálvum tiltakinum, har vit síggja teir framføra, og hoyra teir greiða frá, hví teir vilja niðurbróta tær siðvenjurnar, ið vit vanliga knýta at tónleiki.
Fríði Djurhuus og Petur Sigurð í Króki hava gjørt Hatta niðurlagið kemur ikki.
|