|
|
- rusk - føroysk barnasending frá 2019
Ljóðfílurin og Jensina eru flutt í fagra Pappdalin. Har vaksa tyggigummiblómur, tyggigummitrøð og litfagrar blómur. Jensina ger myndir til ein sang, stavar, tey fara gjøgnum Loyniligu Loynihurðina, og so er tað skapandi verkstaðurin. Pipp Papp Hey! er ein sending fyri børn frá 0-109 ár.
Pipp Papp Hey! 5
Rusk
Eftir at hava ferðast í eina viku sær Pappdalurin ikki gott út. Onkur hevur blakað rusk í garðin, so her má ruddast. Jensina syngur um eina suggu, og tey fara í Loyniligu Loynihurðina. Í dag eru tey sera heppin, tí hurðin kann hjálpa teimum at sleppa av við ruskið!
Lagt til rættis: Jensina Olsen.
|