|
|
- tjóðsavn - føroysk barnasending frá 2019
Ljóðfílurin og Jensina eru flutt í fagra Pappdalin. Har vaksa tyggigummiblómur, tyggitummitrøð og litfagrar blómur. Jensina ger myndir til ein sang, stavar, tey fara gjøgnum Loyniligu Loynihurðina, og so er tað skapandi verkstaðurin. Pipp Papp Hey! er ein sending fyri børn frá 0-109 ár.
Pipp Papp Hey! 7
Tjóðsavnið
At fingrabinda er stuttligt, heldur Jensina. Í dag tosa vit um at koma úr Føroyum, og hvat er serligt við tí. Onkuntíð sakna vit sólina eitt sindur, so hana syngur Jensina um. Vit hava eisini eitt flagg, ið vit kalla ´Merkið´, ið verður 100 ár í ár. Eitt tílíkt evnar Jensina til í verkstaðnum, og tað kann man brúka flaggdagin!
Lagt til rættis: Jensina Olsen.
|