|
- bretskur ævintýrf. frá 2017, óhósk. fyri smáb.
Risar eru til í veruleikanum, og teir kunnu hótta vanlig fólk. Tíbetur hevur Barbara (Madison Wolfe) átikið sær at verja heimbýin móti hesum ódjórunum. Men ongin skilir, at fantasiverðin hjá Barbaru er líka so verulig sum teirra egni veruleiki. -Uttan Sophia, hon er tann fyrsta, sum veruliga lurtar og roynir at skilja Barbaru. ´I Kill Giants" hevur Oscar-vinnarin, danski filmsleikstjórin Anders Walter leikstjórnað, og filmað hevur danski filmmyndamaðurin Rasmus Heise. Hann vann BUSTERs heiðurslønina fyri Besta barnafilm 2018.
Leikarar: Barbara: Madison Wolfe, Fru Mollé: Zoe Saldana og Karen: Imogen Poots. Við eru eisini: Sophia: Sydney Wade. Taylor: Rory Jackson. Mamma Barbaru: Jennifer Ehle. Hr. Mollé: Noel Clarke. Handrit: Joe Kelly eftir teknirøð hjá Ken Niimura og Joe Kelly.
Leikstj.: Anders Walter.
Framl. ár: 2017
Aldursmark: 11
|