|
|
- am. drama frá 2018, óhósk. fyri børn
Tann ungi boksarin Adonis Johnson (Michael B. Jordan) hevur kenda boksaran Rocky Balboa (Sylvester Stallone) til venjara og er nú heimsmeistari. Tá teir fyrireika seg til næsta dyst, koma teir ovfarnir eftir, at mótstøðumaðurin hjá Adonis er sonur russiska boksaran Ivan Drago (Dolph Lundgren), sum í 1980 árunum drap pápa Adonis og vinin hjá Rocky, Apollo Creed, í boksiringinum. Rocky heldur, at tey skulu avlýsa dystin, tí ov nógv persónligt er upp á spæl - men Adonis vil hava dystin.
Leikarar: Adonis Johnson: Michael B. Jordan, Rocky Balboa: Sylvester Stallone og Ivan Drago: Dolph Lundgren. Við eru eisini: Viktor Drago: Florian Munteany. Bianca: Tessa Thompson. Tony ´little Duke´ Burton: Wood Harris. Danny ´Stuntman´ Wheeler: Andre Ward. Handrit: Juel Taylor og Sylvester Stallone. Leikstj.: Steven Caple Jr.
Framl. ár: 2018
Aldursmark: 11
|