|
- donsk dokumentarrøð frá 2023
Anna er 24 ár og rúsevnismisnýtari, harafturat stríðist hon við sálarsjúku. Síðan Anna var 13 ár, hevur hon ferðast inn og út úr psykiatriini. Røðin fylgir Annu í trý ár, har hon dagliga stríðist við sálarløstir í eini skipan, hon ikki følir veita henni ta røttu hjálpina. Tá Anna verður útskrivað av afturlatnari deild á Bispebjerg, flytir hon inn í ein húsvogn úti á bygd, har hon hevur rossið, Albert. Hon fær seinni unnusta og íbúð í Keypmannahavn - kanska kann lívið gerast annað enn tablettir og rúsevni?
Partur: 1.
Framl. ár: 2023
Framl.: IMPACT A/S
Framl. fyri: TV 2 DANMARK
Aldursmark: 15
|