|
|
- am. kærleiksfilmur frá 2004
Paige Morgan medisinlesandi hevur ikki nógv eftir av útbúgvingini, tá hon hittir danska Eddie, sum er skiftisstudentur og at síggja til ikki veit nakað um vanliga gerandisdagin. Løgnari er tað, at Eddie altíð hevur vinmannin Soren við sær. Tað, sum Paige ikki veit, er at Eddie er danskur krúnprinsur. Kenslur spretta ímillum tey bæði, men tá Eddie má fara aftur til kongsskyldur sínar í Danmark, má Paige velja millum kærleika og komandi karrieru.
Upprunah.: The Prince & Me
Leikarar: Paige Morgan: Julia Stiles, Eddie: Luke Mably og Soren: Ben Miller. Við eru eisini: Dronning Rosalind: Miranda Richardson. Harald kongur: James Fox. Amy Morgan: Alberta Watson. Handrit: Katherine Fugate, Michael Begler, Jack Amiel og Mark Amin. Leikstj.: Martha Coolidge.
Framl.ár: 2004
|