|
|
- am. filmur frá 2000, óhósk.f. smábørn
Chuck Noland heldur jól saman við unnustuni Kelly, tá hann knappliga verður kallaður til arbeiðis. Chuck vissar Kelly um, at hann verður skjótur aftur, men tað verður hann ikki, tí flogfarið, hann er við, dettur í havið. Bara Chuck kemur frá vanlukkuni við lívinum og endar á einari oydnari oyggj. Hvør dagur er ein bardagi fyri at liva, men av tí at hann so inniliga ynskir sær at koma heimaftur til Kelly, megnar hann at stríða seg gjøgnum dagarnar. Chuck verður á oynni í fleiri ár, og so við og við fer hann at ivast. Fer tað at eydnast honum at halda seg á lívi, til hann verður funnin? Og um so er, hvussu er vorðið heima? Hevur unnustan funnið sær ein annan mann?
Leikarar: Tom Hanks, Helen Hunt, Nick Searcy, Christopher North, Lari White og Geoffrey Blake.
Leikrit: Williams Boyles Jr.
Leikstjórn: Robert Zemeckis.
|