|
- am. spenningsf. frá 2015, óhósk.f. børn
Í 2029 stríðist fólkið ímóti maskinunum, sum hava valdið. Leiðarin fyri uppreistrinum, John Connor, sendir sersjantin Kyle Reese aftur til 1984 at verja mammu John, Saru Connor og soleiðis tryggja sítt egna lív. Men tíðarferðin miseydnast og fær óvæntaðar fylgjur, og tíðarlinjan er brotin. Reese endar í eini nýggjari, alternativari fortíð. Her má hann átaka sær nýtt mál, sum hann als ikki hevði sæð frammanundan: At byrja framtíðina av nýggjum.
Fimti Terminator-filmurin - hesa ferð við Arnold Schwarzenegger aftur í leiklutinum sum tólmenni úr framtíðini.
Leikarar: Terminator: Arnold Schwarzenegger, Kyle Reese: Jai Courtney og Sarah Connor: Emilia Clarke.
Við eru eisini: John Connor: Jason Clarke. O´Brien kriminalpolitistur: J.K. Simmons. Tim: Matt Smith. T-1000: Byung-hun Lee. Harding kriminalpolitistur: Gregory Alan Williams.
Handrit: Laeta Kalogridis og Patrick Lussier.
Leikstj.: Alan Taylor.
Upprunah.: Terminator Genisys
Framl. ár: 2015
|