|
|
- am. kærleiksfilmur frá 2003
(How To Lose a Guy In 10 Days) Kvinnublaðkonan Andie fær eina torføra uppgávu. Hon skal skriva eina grein um tað, sum kvinnur gera, sum menn ikki orka fyri. Tí skal hon í tíggju dagar finna ein mann, fáa hann at forelska seg í henni og aftaná fáa hann til at fara frá henni. Lýsingamaðurin Ben tykist vera tann rætti, men tað sum Andie ikki veit er, at hann hevur veddað við stjóran um, at hann kann fáa eina gentu at forelska seg í honum, áðrenn tíggju dagar eru lidnir. Kanska verður tað rættiliga tungt hjá Andie at fáa Ben at narra hana?
Leikarar: Andie Anderson: Kate Hudson. Ben Barry: Matthew McConaughey. Michelle Rubin: Kathryn Hahn.
Jeannie Ashcroft: Annie Parisse. Tony: Adam Goldberg. Judy Spears: Michael Michele. Judy Green: Shalom Harlow.
Leikrit: Kristen Buckley, Brian Regan og Burr Steers eftir skaldsøgu hjá Michele Alexander og Jeannie Long.
Leikstjórn: Donald Petrie.
|