|
|
- am. drama frá 2001
Peter Appleton (Jim Carrey) arbeiðir sum handritahøvundur í Hollywood í 1951. Hann verður innkallaður til hoyringar hjá ráðnum, sum kannar "ikki amerikanskar aktivitetir", men er fyri eini bilvanlukku, missir minnið og endar í eini lítlari bygd. Íbúgvarnir halda, hann er saknaða og nú afturvenda krígshetjan, Luke Trimble. Sjálvt unnustan hjá Luke heldur, tað er hennara útvaldi, sum er komin heim. "Luke" og pápi hansara (Martin Landau) fara undir at umvæla biografin, "The Majestic" í bygdini, men tá hann sær ávísa plakat, vekir tað spakuliga minnið aftur, og hann skal velja millum tað lívið, hann fór frá - og lívið hann er farin at gleðast alt meira um.
Leikarar: Peter Appleton: Jim Carrey, Harry Trimble: Martin Landau og Elvin Clyde: Bob Balaban.
Við eru eisini: Sheriff Cecil Coleman: Brent Briscoe. Ernie Cole: Jeffrey DeMunn. Sandra Sinclair: Amanda Detmer. Leo Kubelsky: Allen Garfield. Congressman Doyle: Hal Holbrook. Adele Stanton: Laurie Holden.
Handrit: Michael Sloane.
Leikstj.: Frank Darabont.
Uppr. h.: The Majestic
Framl. ár: 2001
|