|
|
- am. kærleiksfilmur frá 2009
(He´s Just Not That Into You).
Í amerikanska stórbýnum Baltimore leita nakrar kvinnur og menn eftir tí einastu einu/einasta eina. Gigi heldur, at teir menn hon hittir, allir eru tann rætti, men tann fitti og kanska lívsklóki Alex fortelur henni nakrar sannleikar um, hvussu menn og kvinnur hugsa. Janine og Ben hava eitt gott hjúnalag, til Ben hittir Annu við kassan í stórhandlinum. Neil og Beth hava verið par í sjey ár, men hon ger tað liðugt, tá hon varnast, at hann ikki vil giftast við henni. Kærleikin og kynsmunirnir eru atvoldin til spurningar og ótryggleika, men eisini til gleði og romantikk!
Leikarar: Beth Murphy: Jennifer Aniston. Neil: Ben Affleck. Anna Marks: Scarlett Johansson. Janine: Jennifer Connelly. Gigi Philips: Ginnifer Goodwin. Alex: Justin Long. Mary: Drew Barrymore. Ben: Bradley Cooper. Conor Barry: Kevin Connolly.
Leikrit: Abby Kohn og Marc Silverstein, eftir skaldsøgu hjá Greg Behrendt og Liz Tuccillo.
Leikstjórn: Ken Kwapis.
|