|
|
- Vinusmaðurin og Vimúsmúsin, før.barnasending frá 2024
Vinus og Vimús
4.partur 3.umfar:
Vimús sigur undarlig ljóð, og Vinus hevur eitt stórt reytt klæði, og so verður Vinus til VinusMaður og Vimús verður til VimúsMús. Og so dugir Vinus eisini at klippa maskur, hvønn lit skulu tær hava.
Tá ið bókin dettur er tað um nøkur skrímsl, og tað er eisini ein góð bók. Og tá ið Vinus hevur hug at spæla ein góðan sang, klívur Vinurin inn gjøgnum vindeygað, og hevur eina nokk so stóra lítlutrummu við. Teir fara at syngja um eina gentu, sum eitur Karin.
Smáteknifilmarnir eru aftur við. Og so sigur Vimús alt tað, sum Vinus skal tekna.
Og so siga vit: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt ? og farvæl!
At brúka til kappaspælið: Klæði ella ein dúk. Pappír. Saks. Lastikk.
|