|
|
- smátalarar og sólbrillur, før.barnasending frá 2024
6.partur 3.umfar:
Vinus hoyrir illa eina løtu, júst tá Vimús roynir at siga frá. Tað er óheppið. Hvat hendir so, tá ið Vinus og Vimús lata seg í brillur, sum gera alt myrkari. Tá er torført at síggja eyguni. Hesa ferð spæla Vinus og Vimús við kort, og kortini kunnu flúgva nokk so langt, men tað er best at ansa eftir.
Og góða bókin, sum knappliga dettur úr hillini, er um eina kráku, sum ansar eftir. Men sangurin er um at pakka inn og pakka upp. Tá Vinus ætlar sær at syngja og spæla ein góðan sang, bankar Vinurin uppá og hevur aftur eitt nýtt ljóðføri við. Aftur hesa ferð eru smáteknifilmarnir at síggja.
Og so skal Vinus tekna alt, sum Vimús sigur, hann skal tekna.
Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt ? og farvæl!
At brúka til pakkaspælið: Pakkipappír. Pakkiband. Saks. Klistriband. Og gávu!
|