|
- høsnarringar og út at eta inni, før.barnasending frá 2024
9.partur 3.umfar:
Viðhvørt kann tað vera hugnaligt at fara út at eta, hóast tú bara fert inn í eitt annað hús. Vinus og Vimús fara eisini út at eta upp á ein sera snildan hátt. Eitt er vist, tað er snilt at hava matpakka ella kurv við. Og so ber til at spæla, sum um farið verður út at eta, - inni!
Bókin, sum dettur úr hillini, er um at eta ertrar.
Og tá Vimús fer ørindi, kemur Vinurin á vitjan, og so fara Vinus og hann at syngja og spæla ein góðan sang. Hesa ferð er sangurin um ein høsnarunga og ein annan unga.
At spæla við høsnarringar er eitt stuttligt spæl. Teir eru í nógvum litum. Og øll kunnu spæla við.
Eisini bamsur. Smáteknifilmarnir, ja, teir eru aftur at síggja hesa ferð.
Tíbetur er altíð nógv at tekna hjá Vinusi, og Vimús sigur, hvat hann skal tekna.
Og so: Góðan morgun dag gott kvøld góða nátt ? og farvæl!
At brúka til etispælið og høsnarringaspælið: Kurv. Spælimat. Høsnarringar.
|